Múrari Nolsøe leitar eftir einum røskum arbeiðsmanni/kvinnu at byrja sum skjótast.


Vit ynskja persónar, íð kunna arbeiða sjálvstøðugt og áhugað íð at læra nýggjar førleikar innan múrara- og byggivinnu.

Okkara uppgávur fevna um:

·       Stoyping

·       Flísaarbeiði

·       Epoxy Gólv

·       Microcement

·       Slíping av betong

 

Krøv:

·       Hevur koyrikort

·       Áhuga fyri múraraarbeiði og byggivinnu

·       Kunna arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

·       Góða løn

·       Fultíðarstarv, sum er

ásett til umleið 40 tímar um vikuna

·       Møguleika at koma í læru

sum múrari

Hevur tú áhuga ella spurningar um starvið, ber til at

ringja til Niels Nolsøe á 591869 ella skriva eini boð her.

Øll sum hava áhuga innan múrara og

byggivinnu eru vælkomin at søkja starvi

Made With TEKT